Regn í annaðkvøld

Eftir øllum at døma verður kalt, kavi og hált fram til í annaðkvøld

 

 

Danska DMI sigur um veðrið, at hitalagið í nátt verður millum frostmarkið og trý kuldastig. Tað verður skiftandi skýrák við kava- og vátakavaælingi.

 

Í morgin snarar ættin í ein sunnan, og tá fer vindmegin helst at nærkast 20 m/s. Seinni á degnum snarar hann í ein vestan, og vindmegin linkar. Hitastigini seinnapartin verða millum 2 og 6, og tað fer at regna.