Regn er eisini gott

Nógva regnið í februar sást týðuliga aftur í elframleiðsluni í februar Ikki minni enn 47,5 prosent av elframleiðsluni í februar komu frá vatni. Saman við teimum sløku seks prosentunum, ið komu frá vindi, var parturin av framleiðsluni frá varandi orku, sostatt útivið 53 prosent. í februar.

Sama mánað í fjør stóð hesin parturin av framleiðsluni bert fyri sløkum 26 prosentum ella eini lítlari helvt, vísir ein uppgerð frá framleiðsludeildini hjá SEV.