Regn darvaði spælinum í Wimbledon

Hóast tað hevur verið mannfall við best styrkismettu leikarunum í Wimbledon í ár, har eitt nú Rafael Nadal, Roger Federer og Maria Sharapova longu eru úti úr kappingini, so lótu heimsins bestu, Novak Djokovic og Serena Williams, seg ikki arga í dag. Tey spældu seg nevniliga bæði tvey trygt víðari í kappingini.

 

Novak Djokovic vann 7-6, 6-3, 6-1 ímóti Bobby Reynolds, meðan Serena Williams vann 6-3, 6-2 ímóti Caroline Garcia. Tá ið Bobby Reynolds mátti lúta fyri Novak Djokovic var samstundis greitt, at eingin amerikanari í einmansleiki hjá monnum hevur spælt seg til triðja umfar. Hetta er fyrstu ferð síðani 1912, at eingin amerikanari er komin so langt í Wimbledon, og staðfestir tað bara, at gyltu amerikansku tíðirnar við Jimmy Connors, Pete Sampras, Andre Agassi og Andy Roddick eru av.

 

Annars varð tíðarætlanin í Wimbledon í dag órógvað vegna regn, og hevur tað ført við sær, at nakrir dystir, sum skuldu spælast í dag, eru útsettir til í morgin.