Regn í Brasil

Áhaldandi regn hevur elvt til fleiri skriðulop í Brasil teir seinastu dagarnar, og sambært myndugleikunum hava minst 31 fólk latið lív. Ringast stendur til í landspartinum Rio de Janeiro. Meiri enn 12.000 fólk eru flýdd heiman orsakað av vandanum fyri skriðulopum, og ty halda nú til í kirkjum, skúlum og øðrum stórum bygningum. Veðurmenninir hava boðað frá meiri regni.