Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar, at hetta verður ein vát vika.
Týsdagin boðar hann frá einum stívum andøvsguli upp í hvassan vind av landsynningi, regn av og á og hitin millum trý og seks stig.
Mikudagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av landsynningi og regn av og á, hitin millum trý og seks stig.
Hósdagin verður eitt gul til stívt andøsvgul av suðri og útsynningi, ælingur og hitin millum fýra og sjey stig.
Fríggjadagin verður strúkur í vindi av útsynningi og ælingur, leygardagin up í hvassan vind av vestri og ælingur, partvís kavi. Hitin millum frostmarkið og fýra stig.










