Ein minni hátrýstsryggur fór yvir Føroyum í nátt og í dag kemur ein hitabrúgv við regni og lýggjari luft av útsynningi. Í morgin fer in kuldabrúgv við regni framvið og mikudagin ein streymur av køligari luft og ælaveðri av vestri. Seinni í vikuni fer eitt nýtt brúgvalag framvið av vestri.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn. Í kvøld og í nátt slítur í og tað verður támut og møguliga mjørki. Hitin millum 6 og 10 stig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin makar í lot til andøvsgul, 2 til 6 m/s. Um náttina øtlar hann aftur vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og támut og regn av og á, men seinnapartin klárar í av vestri, samdrigið og sum frá líður okkurt æl, um náttina aftur skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 3 og 6 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum út á náttina makar í gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 3 og 7 stig.
Fríggjadagin
Eitt lítið lot av vestri og útnyrðingi, undir 5 m/s, seinni lot til andøvsgul av landsynningi, 4 til 8 m/s, sum um náttina lækkar í ein útsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og támut og regn av og á, um náttina skýggjað og sum frá líður samregn. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina millum 5 og 10 stig.
Tollaksmessudag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, um náttina makar hann vindin. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 10 stig.