Reglurnar um AM-gjald eru broyttar í Danmark

Reglurnar um AM-gjald (AM-bidrag) hjá avmarkað skattskyldugum í Danmark eru broyttar frá inntøkuárinum 2011 at rokna.

Eftir teimum reglum, sum vóru galdandi fram til ársskiftið, kundi ein føroyskur skattgjaldari verða frítikin fyri at rinda AM-gjald í Danmark, um viðkomandi var sosialt tryggjaður í Føroyum.

Hetta er broytt at rokna frá 1. januar 2011, og merkir hetta, at nú verður tað altíð roknað AM-gjald av inntøku vunnin í Danmark.

Orsøkin til broytingina er, at AM-gjald ikki longur verður viðgjørt sum eitt sosialt gjald í Danmark, men harafturímóti sum ein skattur. Er ein føroyingur eftir ársskiftið skattskyldugur til Danmark av t.d. eini lønarinntøku, skal viðkomandi sostatt eisini rinda AM-gjald í Danmark.

Tær broyttu ásetingarnar eru eisini galdandi fyri persónar, sum áður hava verið frítiknir fyri at rinda AM-gjald í Danmark.

AM-gjald í Danmark skal framvegis takast av inntøkuni, áðrenn skattur fyri arbeiðsútleigan, sum er 30%, verður roknaður.

Løntakarar hava tó møguleika fyri at fáa linking í føroyska skattinum fyri danska AM-gjaldið.

Hetta upplýsir Taks í dag.