Reglurnar ikki umsettar

Á aðalfundinum hjá HSF varð í mai mánaði í fjør samtykt, at føroyskur hondbóltur skuldi ganga eftir júst somu reglum, sum tey gera í Danmark.
Enn er umsetingararbeiðið av hesum tó ikki liðugt, og tí hevur ein aðalfundur ikki endaliga samstykt nýggju reglurnar.
Spurningurin er tó, hvørt tað í løtuni eru føroysku ella donsku reglurnar, sum eru galdandi. Og í ítøkiliga málinum, sum setti dám á farnu vikuna, er spurningurin als ikki óviðkomandi.
Í Danmark hevur Kappingarnevndin nevnliga heimild at nýta sjónbandaupptøkur sum grundarlag, tá støða skal takast til mál. Var tann staðfestingin formliga galdandi, so vildi ivamálið - og endaliga útfallið - kring alt málið millum Stjørnuna og Neistan helst verið øðrvísi.