Tað kann væl vera, at Borgar er illur um kortið, men reglurnar eru rættiliga einfaldar.
- Andreas floytar, og tað hoyra øll í høllini við einum undantaki. Tú sært jú, at alir hinir spælararnir steðga heilt upp, tí teir hava hoyrt floytuna.
Men eiga tit tá ikki at blása einaferð afturat, so spælarin fær møguleikan at steðga?
- Tað kunnu vit gott. Men úrslitið er tað sama. Tí tú skalt steðga alt fyri eitt, tá floytan hevur ljóðað. Annars er tað út í tveir minuttir. Tað var júst tað sama, sum vit høvdu dømt móti Alexandur Johansen bein frammanundan.
- Og sjálvandi er tað óluksáliga keðlig fyri Borgar, at talan so er um triðu útvísingina. Men tað fáa vit ikki tikið atlit til. Okkara dómur skal verða tann sami, um talan so er um fyrstu, aðru ella triðju útvísingina, sigur Eyðun Samuelsen.