Reglur og krøv eru sjálvfylgjur

- Hyggja vit bara eftir tí, sum er fyriskrivað, so sær tað kanska trupult út. Men reglurnar og krøvini eru nokk so logisk. Og á einum fiskavirki eru krøv sum hesi púra sjálvsøgd, sigur Eva úr Dímun, sum tók Heilsufrøðiligu starvsstovuna við frá fyrsta degi, tá tey gjørdu sláturvirki og hjall. Hon er væl nøgd við úrslitið og samstarvið

Í Dímun stendur annað av teimum báðum góðkendu sláturvirkjunum í Føroyum. Tey hava eisini ein góðkendan hjall at turka kjøt í. Eva úr Dímun er bóndi og og hon sigur, at hóast krøvini frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni at síggja til tykjast ógvuslig, so er tað eingin ómøgulig uppgáva at uppfylla.
- Hyggja vit bara eftir tí, sum er fyriskrivað, so sær tað kanska trupult út. Men reglurnar og krøvini eru nokk so logisk. Og á einum fiskavirki eru krøv sum hesi púra sjálvsøgd. Har er tað eingin, sum setur spurnartekin við, at tað skal vera so, sigur Eva úr Dímun.
Hon sipar til, at á einum fiskavirki er eisini talan um vinnuliga framleiðslu – fiskurin verður hagreiddur og virkaður við tí fyri eyga, at hann skal seljast. Og tað er júst tað, sum komandi matvørulógin snýr seg um – altso kjøt sum verður virkað til vinnuliga framleiðslu.

Gott og arbeiðsligt
Eva úr Dímun greiðir frá, at tey í Stóru Dímun tóku Heilsufrøðiligu starvsstovuna við frá byrjan, tá tey fóru undir at byggja sláturvirki. Tá vísti tað seg, at tað sum sá ógvuliga torført út á pappírinum, als ikki var so trupult kortini.
- Vit samskiftu við Heilsufrøðiligu starvsstovuna, áðrenn vit yvirhøvur fóru í gongd. Tey vilja eisini vinnuni tað besta, og tað samstarvið riggaði væl. Krøvini eru eisini rættiliga logisk, heldur Eva úr Dímun.
Sambært henni var tað eisini ein løtt uppgáva at gera góðkenda hjallin, tá sláturvirkið leyk øll neyðug krøv.
- Vit gjørdu hjallin sum ein tilbygning til sjálvt sláturvirki, sigur hon. Harvið sluppu tey rættiliga lætt, tí hjallurin skal lúka nøkur av somu krøvum sum sláturvirkið, men neyðugt er ikki við dupultfunktiónum, so tá bygningarnir vórðu knýttir saman var til dømis ikki neyðugt, at gera eitt forrúm til hondvask í hjallinum, tí hetta var frammanundan í sjálvum sláturvirkinum.
- Og úrslitið er, at vit hava fingið ein fínan og arbeiðsligan hjall, sigur hon.

Matvørutrygd er sjálvfylgja
Hóast tað eru trý ár síðani, at tey í Stóru Dímun fingu góðkenningina, so eru tey ikki komin á mál enn.
- Vit eru framvegis í eini tilgongd, sigur Eva úr Dímun.
Hon sær tað sum eina sjálvfylgju, at vit arbeiða við og fram í móti matvørutrygd. Og krøv frá myndugleikunum sleppa vit ikki undan, vísir hon á. Júst henda veruleikan lærdi hon at kenna, tá hon nam sær útbúgving í Noregi.
- Umframt fakliga og praktiska partin, so er eitt, sum eg havi tikið við mær, hvussu skjótt vinnan í Noregi tillagaði seg broytingar, sum komu. Hvørja ferð reglur og lógir vórðu broyttar, so var vinnan tað fyrsta, sum tók broytingarnar til sín, vísir Eva úr Dímun á.