Av tí at internetsambandið við útheimin í er ógvuliga vánaligt í hesum døgum, eru trupulleikar við dagføringini av Internetsosialinum.
Tískil verður greinatalið avmarkað og dagføringin eitt sindur óreglulig, til internetsambandið gerst betri aftur.
Orsøkin til vánaliga internetsambandið til útheimin er, at Cantat kaðalin verður umvældur. Umvælingararbeiðið verður væntandi liðugt í fyrru helvt av komandi viku.e;ru sær ein bita burturav rivinum og ótu tað rátt.
Tað hildu teir smakkaði andskræmiligt og teir søgdu, at tað var tað einasta av føroyskum mati, sum teimum ikki dámdi av tí, teir høvdu roynt,
Men tá ið teir so fingu at vita, at tað skuldi kókast áðrenn tað kundi eta, skiltu teir tað eitt sindur betri.
Annars hildu teir seg vita, at grønlendingar ótu rátt tvøst av nýveiddum kópi og teir hildu, at føroyingar gjørdu tað sama.
Men tað royndina máttu teir so gera sær uppá tann harða mátan.
Donald og Graham settu kósina heim aftur ímóti Skotlandi seinasta sunnudag, eitt stórt upplivilsi ríkar, hildu teir.