Reglulig innsavnan av ruski á sjónum

Nes kommuna tók í 2007 í samstarvi við trolaran M/T Búgvan og Agenda 21 Stovuna stig til at kanna nøgd og slag av ruski, ið rekst í føroyskum sjóøki. Úrslitið gav greiðar ábendingar um, at sjóøkið kring Føroyar ikki liggur aftarliga í dálkanini av havumhvørvinum, og at talan mest er um plastevni av ymiskum slag.

Royndarverkætlanin varð eisini framd sum liður í samstarvinum, sum føroysku kommunurnar hava í altjóða felagsskapinum KIMO – Kommunenes Internasjonale Miljøorganisasjon, har stórur dentur verður lagdur á vernd av sjó- og strandaøki.

- Avgjørt er nú at royna at seta í verk regluliga innsavnan av ruski á sjónum og hevur Kongshavnar havnastýri fyriskipað serstakan ruskposa, ið nýtast skal umborð, og sum so verður lagdur upp, tá komið er til lands.

Tað siga Kongshavnar Havnastýri og Agenda 21 Stovan í tíðindaskrivi í kvøld.

Lagt verður aftrat, at ætlanin er eitt nú at geva ágrýtnum fólkum frá vardum verkstaði møguleika at taka ímóti, skilja, og skráseta innihaldið í posunum. Haðani verður skildað ruskið síðan latið IRF til viðgerðar.

Mikukvøldið klokkan 19 verður fundur í Tofta Skúla, har greitt verður frá Fishing For Litter verkætlanini. Agenda 21 Stovan fer at hava stutta framløgu, og eisini verður vístur áhugaverdur filmur um havdálking og ruskveiðu, ið KIMO Holland og KIMO Belgia hava gjørt.

- Fundurin er almennur, og eru øll áhugaði hjartaliga vælkomin. Allir bý- og bygdaráðslimir, havnamyndugleikar og skipa- og bátaeigarar fáa hervið eina serliga innbjóðing, siga Kongshavnar Havnastýri og Agenda 21 Stovan.