Reglugerð og vegleiðing

TíÐindaskriv

Bókasavnið hevur tvær internetteldur fyri vaksin. Tey, sum eru fylt 13 ár, kunnu nýta hesar ókeypis.
Tað ber til at nýta teldurnar, um tær eru tøkar. Men eisini ber til at bíleggja sær tíð. Um tú kemur 10 min. ov seint, er bíleggingartíðin farin.
Ætlar tú at taka niður úr interneti, skal tú nýta disklar, sum fáast til keyps í avgreiðsluni. Ikki er loyvt at brúka egnar disklar.
Tú kanst eisini nýta onnur forrit, sum Microsoft Word og Orðaskjáttuna. Avrit kosta eina krónu fyri eintakið.

Teldupostur
Mælt verður til, at fólk fáa sær egna teldupost, sum til dømis Hotmail ella Yahoo.
Vanligar treytir
Friðarligt skal vera við teldurnar. Ikki er loyvt at broyta uppsetingar.
Um ásettur reglurnar fyri nýtslu av interneti ikki verða fylgdar, kann loyvið at nýta tænastuna verða tiknar