Vinnarin av X Factor, Martin, er sera væl umtóktur millum genturnar í løtuni ? men nú sigst, at Martin í veruleikanum longu hevur eina damu? Eitt vinfólk hjá Regitze, sum játtar, at Regitze og Martin eru saman, sigur frá, at Regitze er pen og at hon altíð er sera blíð ímóti fremmandum.
Regitze býr í einari lítlari bygd uttan fyri Viborg, har hon gongur í skúla og spælir hondbólt í frítíðini.
Pápi Regitze sigur frá, at hon ikki hevur viljað sagt nakað um forhold sítt við miðlarnar ? tí hetta sambært henni var ábyrgd Martins:
- Hon hevur ikki havt hug til at siga nakað. Hon vildi hava, at Martin sjálvur skuldi gera hetta, tí tað er jú í veruleikanum hann, sum hevur gjørt alt hetta.