Regina Baltica avlýsir fleiri túrar ímillum Suðuroy og Havnina í dag. Tað er fyri veður, at Regina Baltica noyðist at avlýsa. Hon fór norður í morgun, men fráferðin úr Havn, sum skuldi vera klokkan níggju, er útsett til klokkan 11 - og so siglur hon ikki meir í dag, sigur Strandferðslan.
Tað er nógvur vindur og hann sigur veksandi vind av landsynningi og tí avlýsir hon siglingina í dag