Í viðmerking, sum Regin Vágadal hevur sent miðlunum, vísir hann aftur, at hann hevur nakað við flytingina at gera.
Hann sigur, at fleiri fólk hava spurt, hví arbeiðsbólkurin, sum hann hevur verið partur av, hevur tilmælt, at SL skal flytast til Suðuroyar. Arbeiðsbólkurin, sum Regin Vágadag sipar til, handaði landsstýrismanninum álit um framtíðar bygnaðin hjá SSL síðst í januar.
Regin Vágadal sigur, at fólk halda, at hann hevur stungið 20 starvsfelagar í ryggin. Og hann greiðir frá, at misskiljingina íkom, tá Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í dag kunnaði starvsfólkini á SSL um, at umsitingin skal flytast til Tvøroyrar.
- Tá læs hann eitt tíðindaskriv upp, sum var soleiðis orðað, at fleiri fingu eina fatan av, at persónarnir í arbeiðsbólkurin, harímillum eg, hevði lút í, at umsitingin verður flutt til Suðuroyar. Til hetta skal eg sláa púra fast, at arbeiðsbólkurin ongantíð hevur tosað um hvar umsiting skal liggja, og at hetta heldur ongantíð var á dagsskrá hjá arbeiðsbólkinum, sigur Regin Vágadal.