Tað kostaði ikki 450.000 krónur at fáa lyfta Regin Vágadal úr stjórasessinum á Strandferðsluni síðsta heyst.
Tað kostaði 200.000 krónur meir.
Í løgtinginum tosaðu tey mikudagin um, hvussu nógv tað hevði kostað landskassanum at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar og hvussu nógv tað hevði kostað landskassanum at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður at óguildað avgerðina hjá stjóranum um at seta Strandferðsluni um at seta tveir skiparar á Smyrli, tí hann kravdi, at teir báðir gomlu skipararnir, sum annars vóru í ferð við at fara frá við eftirløn, sluppu at halda fram í hvør sínum hálvtíðarstarvi.
Tann ósemjan við landsstýrismannin, endaði við, at Regin Vágadal fór frá sum stjóri á Strandferðsluni.
Í hesum sambandi upplýsti Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum, at tað hevði kostað landskassanum 450.000 krónur í uppsagnarlønum at fáa Regin Vágadal frá sum stjóri, tí í sambandi við uppsøgnina, hevði hann fingið løn í níggju mánaðir.
Løgtingið fekk skeivar upplýsingar
Vit hava spurt Regin Vágadal, hvat hann heldur um, at hansara lønarviðurskifti vera alment umrødd í løgtinginum.
Men tað rørir hann ikki, tí hann sigur, at almennar stjóralønir eru almennar.
Men hinvegin sigur hann, at Helena Dam á Neystabø hevur givið løgtinginum skeivar upplýsingar.
- Tá ið eg fór frá, fekk eg ikki løn í níggju mánaðir og eg fekk ikki 450.000 krónur í uppsagnarløn. Eg fekk løn í 10,5 mánað og eg fekk 650.000 krónir í løn, staðfestir fráfarni strandferðslustjórin.
Hann sigur, at við eftirløn og øllum øðrum snøklum, liggur lønin um 63.000 krónur um mánaðin.
Men harafturat fekk Løgtingið heldur ikki at vita, at eitt av gomlu starvsfólkunum varð verandi í starvi í eitt hálvt ár eyka og tað kostaði einar 200.000 krónur.
Sostatt kostaði tað 850.000 krónur meiri at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar enn tað, sum landssstýriskvinnan upplýsti fyri løgtinginum.
Kostaði yvir fýra milliónir
Landsstýriskvinnan upplýsti, at tilsamans kostaði flytingin 3.275.000 krónur, men sambært upplýsingunum frá Regini Vágadal, er veruligi kostnaðurin sostatt omanfyri fýra milliónir.
Hinvegin upplýsti Helena Dam á Neystabø eisini, at tað var heldur bíligari hjá Strandferðsluni at leiga í Suðuroy enn tað var at leiga í Havn, so har var talan um eina ávísa sparing.
Løgmálaráðið segði við útvarpið hjá Kringvarpinum í gjár, at upplýsingarnir, sum landsstýriskvinnan gav Løgtinginum, vóru ein leyðlsig meting.
Regin Vágadal sigur, at tað sum fór fram í sambandi við skiparastørvini umborð á Smyrli, er eitt eyðkent dømi um eina fyrisiting, har myndugleiki og ábyrgd ikki fylgjast, tí í hesum sambandi hevði hann alla ábyrgd, sum stjóri, men varð ógildaður av myndugleikanum og undir hesum umstøðum ber ikki til at byggja eina munadygga fyrisiting upp.
Annars rr Regin Vágadal nú í ferð við at dagføra sær vinnubrævið sum skipsførari.
- Og so fari eg at gera tað, eg altíð havi ætlað mær og tað er at sigla, leggur hann afturat.