Regin í Smiðjuni

Fríggjadagin 5. oktober klokkan 16 byrjar listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har Regin Jørgensen sýnir fram sínar málningar.

Regin býr í Danmark og hevur seinastu árini sýnt fram í Føroyum, Danmark og Týsklandi. Hann er fast knýttur at Galleri Blokhus og var nú í september kosin ”best umtókta listafólk” av teimum vitjandi – annan mánaðin á rað.

Gestirnir hava fleiri enn 100 listafólk at velja ímillum, ið eru knýtt at Galleri Blokhus.

Regin Jørgensen hevur umleið 35 málningar við sær í Smiðjuni í Lítluvík, og framsýningin endar týsdagin 9. oktober klokkan 18.