Regin Olsen 70

Í dag, 4. mars, fyllir Regin Olsen í Havn sjeyti. Regin er sonur Armgarð, f. Egholm, og Napoleon (kallaður Bona) Olsen, bakarameistara hjá Frants.

Regin gekk í skúla og tók millumskúlaprógv í Havn. Longu sum 16 ára gamal fór hann at arbeiða í Sjóvinnubankanum, og bankamaður var hann í mong ár.
Í 1955 sendi táverandi stjórin í Sjóvinnubankanum, Rasmus Olsen, tann tá bert 21 ára gamla Regin til Klaksvíkar at vera leiðara í tí nýstovnaða Norðoya Banka, sum var Norðoya deildin av Sjóvinnubankanum. Tað starvið røkti hann, til Rasmus í 1964 sendi boð eftir honum at koma aftur til Havnar, har hann gjørdist fulltrúi í bankanum. Í 1976 tók hann við sum bankastjóri saman við Steingrími Nielsen, eftir at Rasmus Olsen hevði lagt frá sær. Tað starvið røkti hann til 1990, tá hann segði seg úr starvi.
Hann legði tó ikki árarnar inn, men tók við sum stjóri í Marr & Co, umframt at hann hevur havt fleiri nevndarstørv, eitt nú í Landsbankanum, Ídnaðargrunninum, á Norðis á Eiði og í Vaðhorn. Hann er framvegis virkin í trimum teimum seinastu.
Regin hevur mangt ítriv. Eitt er at fara á flot. Hann er góður miðamaður, serliga í Nólsoyarfirði og her um leiðir. Hann er bara einaferð komin aftur ongul í reyv, og tað var tá hann royndi seg sum útróðrarmann saman við sváginum Finnboga Ísakson.
Eisini er maðurin fittur í hondunum. Í kjallaranum hevur hann lítlan verkstað, har hann hugnar sær við at gera grindaknívar, prýðislutir, rammur og útskeringar. Tann, sum fer inn á gólvið, sær mangt av slíkum. Og abbabørnini hava fingið mangan lutin, sum teimum dámar væl og fer at dáma betur, sum árini líða.
Í Klaksvík rann saman millum Ruth Isaksen og Regin. Tey giftust valdagin 8. november 1958 og eiga trý børn: Jákup Napoleon, sum er giftur við Dorrit á Fløtum. Anniku, sum er gift við Niels Winther
Poulsen. Og Armgarð, sum er gift við Oyvindi Brimnes. Ruth og Regin eiga átta ommu- og abbabørn og tað níggjunda er í nánd.
Føðingardagin er Regin burturstaddur.