Regin og Oddvør fáa 75 milliónir í vinningsbýti

Oddvør Jacobsen fær 37,9 milliónir krónur í vinningsbýti frá Bakkafrost, og Regin Jacobsen fær 37,05 milliónir krónur. Av hesum skulu tey rinda 35 prosent í kapitalvinningsskatti. Eftir tað er parturin, sum tey fáa útgoldið, ávikavist 24,6 milliónir krónur og 24,1 milliónir krónur.

 

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, og mamma hansara, Oddvør Jacobsen, eru størstu partaeigarar í Bakkafrost. Tey eiga ávikavist 9,2 og 9,4 prosent. Teirra partur í felagnum er í morgun verdur umleið 2,2 milliardir krónur tilsamans.

 

Tey bæði eru uttan iva størstu skattgjaldarar í landinum, tí bara av hesum vinningsbýti er skatturin hjá teimum tilsamans 26,2 milliónir krónur.