Í dag eru ársins leiðarar valdir í privatu vinnuni og hjá tí almenna Beint nú eru ársins leiðarar valdir á ársins leiðaradegi hjá Synergi á Hotel Føroyum.
Tað er Synergi, sum skipar fyri og í dómsnevndini hava sitið Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla og Mary í Garði, stjóri á Nærverkinum.
Og tey hava valt Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost til ársins leiðara í privata vinnulívinum og Hjalta í Jákupsstovu, stjóra á Fiskirannsóknarstovuni, til ársins leiðara hjá tí almenna