Regin Hammer er nýggjur stjóri í TF Holding og Tryggingarfelagnum Føroyar.
Aftan á fleiri enn 15 ár í TF samtakinum, harav fleiri enn 10 ár sum forstjóri, hevur Gunnar í Liða avgjørt at leggja frá sær sum forstjóri á nýggjárinum.
- Eg havi verið sera glaður fyri tíðina í TF samtakinum. Hesi árini hava verið tey bestu í mínum arbeiðslívi, men av persónligum ávum havi eg avgjørt at gevast um ársskiftið. Eg eri fegin um, at TF samtakið nú er sterkari enn nakrantíð og væl brynjað at taka ímóti teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman, sigur Gunnar í Liða.
Nýggjur forstjóri í TF Holding og Tryggingarfelagnum Føroyum verður Regin Hammer, sum er varastjóri í TF Holding. Hann tekur við starvinum 1. januar 2011.
Um orsøkina til, at hann gevst í stjórastarvinum sigur Gunnar í Liða, at hann hevur ein maka, sum býr í Norra, og nú vilja tey liva eitt lív saman.
- Vit hava búð í hvør sínum landi í fýra ár, og nú vilja vit liva saman, segði Gunnar í Liða við Rás2 fríggjadagin.
Í tíðindaskrivi boðið nevndin í Tryggingarfelagnum frá, at hon ynskir Gunnari í Liða blíðan byr framyvir, nú hann hevur valt at leggja frá sær.
- Nevndin hevur samstundis við valinum av Regin Hammer sum nýggjum forstjóra tryggjað, at Tryggingarfelagið Føroyar og TF Holding halda fram á somu kós sum higartil. Vit ynskja Regini góða eydnu við starvinum, sigur Birgir Mohr, nevndarformaður.