Regin Jacobsen: Hetta er ein tungur dagur

Tað var tungt at siga hálvtannhundrað fólki úr starvi, sigur stjórin á Bakkafrosti

–Vit hava havt eitt støðugt virksemi á góðskingarvirkinum í eini 25 ár ella meir, og vit hava ongantíð sagt so nógv fólk upp. Vit hava fyrr verið í somu støðu, har vit hava mist sáttmálar, og tá hava vit gjørt uppá tann mátan, at vit hava justerað eitt sindur, og fólk hava arbeitt eitt sindur minni í eina tíð, inntil man er komin upp á fullar umdragingar aftur, sigur Regin Jacobsen við Árna Gregersen í tíðindunum á Rás2 í kvøld, tá hann varð spurdur, um tað kom ávart á hann, at verða noyddur at siga 147 fólkum úr starvi. 

 

 

Les eisini: Bakkafrost sagt 147 fólk úr starvi

 

 

– Vil ALS skipanini vil man heldur hava fólk leys frá virkinum, soleiðis at tey hava møguleika at fara at arbeiða hjá øðrum virkjum, inntil man hevur arbeiði til tey aftur. Tí velur man at gera uppá hendan mátan, leggur hann afturat. 

 

 

–Vit vænta ikki, at vit hava so mikið av nýggjum sáttmálum til 1. februar, at vit kunnu halda fram við tveimum vaktum, men vit vænta, at út mót summri hava vit sáttmálar til alla framleiðsluna aftur. Fólkini, sum hava fingið fráboðan í dag koma at arbeiða nakrar vikur afturat, sigur Regin Jacobsen.

 

 

– Hetta er ein óalmindiliga tungur dagur. Hetta er ein av teimum tyngri døgunum, tá man man skal siga hálvtannhundrað fólki úr starvi, sum hava gjørt eitt gott arbeiði, og sum man framhaldandi vildi havt í felagnum. Eg vóni, at tað kemur at gangast teimum væl við at fáa eitt annað arbeiði, og eg vóni, at fleiri teirra velja at koma aftur til okkum, tá vit fáa brúk fyri teimum, staðfesti hann. 

 

 

Hoyr alla samrøðuna við at trýsta pílin undir myndini