Á norsku heimasíðuni - ilaks.no - er í dag grein, sum Aslak Berge hevur skrivað, og í hesi grein verður keypið hjá Bakkafrost av The Scottish Salmon Company umrøtt. Í greinini fær stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen, nógv rósandi orð fyri sín dugnaskap.
- Hetta verður størsti møguleikin og avbjóðingin hjá Bakkafrost í Skotlandi. Tað er ikki langur vegur úr Føroyum til Skotlands, men virkismentan, strategi og úrslit hjá felagnum í Skotlandi og føroyska Bakkafrost er sum dagur og nátt.
The Scottish Salmon Company hevur eina veika leiðslu, smáar alistøðir, høgar framleiðslukostnaðir og vánalig úrslit yvir eina longri tíð.
- Sterki maðurin í felagnum er russarin Yuri Lopatinsky, sum skýggjar fjølmiðlarnar, og leiðslan í skotska alifelagnum hevur fylgt hansara ráðum.
Heimasíðan skrivar, at her er støðan ein heilt onnur hjá Bakkafrost, sum undir leiðslu av Regini Jacobsen hevur bygt fyritøkuna upp, stein fyri stein, sum tikið verður til, eftir at føroyska alivinnan eftir aldarskiftið varð rakt av ILA.
- Regin Jacobsen hevur ment eina blóðeffektiva "maskinu", sum hevur sent sjálvt SalMar í skuggan sum hin mest effektiva alifyritøkan av teimum, sum eru skrásettar í keypsskálanum í Oslo.
Lagt verður aftrat, at Bakkafrost er heilgarderað - við fóðurframleiðslu, stórsmolti, aling, slakti, brunnbátum og søluliði.
- Regin Jacobsen veit, hvaðani hann kemur, og hann veit, hvagar hann skal fara, skrivar norska heimasíðan - www.ilaks.no - m.a. um keypið av skotsku alifyritøkuni, The Scottish Salmon Company.
##med2##