– Okkara egni maskinmaður, Regin Olsen, hevur latið blóð 100 ferðir!
Soleiðis skriva tey úr Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag á Facebook, har tey hava valt at heiðra og takka Regini Olsen fyri at hava verið so raskur at lata blóð gjøgnum árini - heili 100 ferðir.
Regin varð tilmeldaður tann 18. juni 1987 og er síðani tá tappaður 100 ferðir, ella í miðal 2,8 ferðir um árið. Seinast hann lat blóð var tann 12. desember 2022.
– Fyri okkum er hetta nakað heilt serligt, tí hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein blóðgevi hevur latið blóð 100 ferðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og at tað so er okkara egni maskinmeistari, ger bara søguna meir serliga fyri okkum. Takk fyri Regin, at tú so trúfast hevur sagt ja, hvørja ferð vit hava heitt á teg, til at lata blóð hesi seinastu 35 árini, siga tey úr Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
– Fyri ein, ið er væl fyri, er tað kanska ikki nakað serligt, at seta seg í hendan stólin 3 ferðir um árið, í kanska hálvan tíma. Men fyri tey, ið fáa ágóðan av hesum, er tað í øllum nakað heilt serligt.
Regin Olsen fekk í hesum sambandi eina gávu frá rannsóknarstovuni.
Myndir av Regini, konuni Karin og teimum starvsfólkunum á rannsóknarstovuni, ið vóru til arbeiðis hendan dagin:
##med2##
##med3##