Regin heldur fram sum formaður


Áskoðarafelagið hjá føroyska landsliðnum hevði í seinastu viku aðalfund. Regin Egholm, sum var við til at stovna felagið, heldur fram sum formaður, og nevndin varð øll afturvald.
Niels Olaf Arge Sølvará er næstformaður, og Suni Jacobsen er kassameistari. Janus Rein er skrivari og Regin Bláhamar er nevndarlimur.
Endamálið hjá felagnum er at stuðla føroyska landsliðnum til dystirnar á heima- og útivølli, og í hesum sambandi er onkur sera spennandi dystur fyri framman. Talan er serliga um dystin móti Týsklandi í oktober mánað. Tá verður óivað skipað fyri ferð til dystin. Ein útidystur er eisini móti Litavia í heyst. Einasti heimadysturin verður ímóti Skotlandi á Svangaskarði.