Regin Haraldsen 50 ár

Nýggjársaftan fyllir Regin Haraldsen í Havn 50.

Regin er ein kend býarmynd. Tað man mangan hava komið væl við hjá fólki í Tórshavnar kommunu at fáa vitjan av Regini við slamsúgvaranum. Einki kann verða so keðiligt sum hava trupulleikar við kloakkskipanini. Tá hevur Regin mangan við sínum hollu royndum innan sítt fak, loyst trupulleikan bæði skjótt og væl.

Hann hevur havt ábyrgd av slamsúgvaranum í mong. Fyrst tá pápin, Jógvan Haraldsen, hevði renovatiónina í Havn, og seinnu árini hjá Tórshavanr kommunu.

Regin hevur stóran áhuga í fótbólti og er íðin B36 viðhaldsmaður, og ferðast hann ofta við Flokksmonnum kring landið, tá B36 spælir.

Vit ynskja Regini hjartaliga tillukku við degnum.

Heilsan nakrir B36-arar