Regin Hammer stýrisformaður í Bústøðum

Nýggja stýrið í Bústøðum hevur skipað seg. Jóhann Mortensen, sum hevur verið formaður seinastu árini, var ikki ímillum tey, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í gjár valdi í stýrið.

Nýggja stýrið hevur skipað seg við Regini Hammer sum formanni. Landsstýrið hevur valt at økja talið av stýrislimum úr trimum upp í fimm. Í nýggja stýrinum eru:

Regin Djurhuus Hammer, Hoyvík, formaður

Una Joensen, Tórshavn

Emmy Joensen, Miðvágur

Tom Silvurdal, Vágur

Anna Maria Joensen, Klaksvík

##med2##

At Regin Hammer er valdur til formann kann benda á, at landsstýriskvinnan vil hava broytingar í Bústøðum. Tí Regin Hammer, sum annars arbeiðir sum fulltrúði í Almannaráðnum, var formaður í bólkinum, sum gjørdi tilmæli til landsstýriskvinnuna um Bústaðir, har millum annað varð mælt til at niðurkapitalisera Bústaðir, fyri at javnseta almenna stovnin við privatar aktørar á leigumarknaðinum.

Tað var ein minniluti í arbeiðsbólkinum, sum mælti til at umskipa kapitalin hjá almenna bústaðafelagnum.

Minnilutin í arbeiðsbólkinum, við Regini Hammer á odda, skrivar soleiðis í frágreðingini um umskipan av kapitalinum hjá Bústøðum:

##med3##

»Um fíggjarjavnin verður broyttur soleiðis, at minni partur er eginpeningur og størri partur skuld, kann kapitalkostnaðurin nevniliga haldast niðri. Um felagið verður niðurkapitaliserað úr 600 mió. kr. til 250 mió. kr., hevði borið til at útlutað eitt vinningsbýti upp á 350 mió. kr. Fyri at fíggjarliga megin hjá Bústøðum ikki skal minka – og fyri at felagið skal hava møguleika at virka einum grundarlagi javnsett við aðrar aktørar á marknaðinum – er neyðugt hjá felagnum at kunna upptaka lánifígging.

Í løtuni er Bústaðir einamest fíggjað við eginpeningi. Ein meira natúrligur kapitalstrukturur hevði verið, um bæði lánifígging og eginpeningur vóru inni. Um roknað verður við, at peningastovnar vildu fíggjað 70-80 prosent av virðinum av verandi ognum, merkir hetta, at Bústaðir kundi upptikið lán upp á 350 mió. kr. við veð í verandi ognum.«

##med5##

Við Regini Hammer sum formanni er hugsandi, at Bústaðir leggur á annan bógv. Og á tíðindafundinum, tá frágreiðingin varð løgd fram, stóðst harður orðadráttur millum Regin Hammer og Andras Róin, stjóra í Bústøðum, sum avgjørt ikki var samdur við leistinum hjá Regini Hammer, sum altso nú er arbeiðsgevarin hjá Andrasi Róin og skal stinga kósina fyri Bústaðir út í kortið.

##med5##