(
Jeffrei Henriksen
(Í síni hvassorðaðu grein í mánadags-Sosialinum, har ið Regin Eikhólm finst at verandi føroyskari málrøkt, dregur hann millumtjóðamálið esperanto uppí við orðingini »eitt fremmandagerandi nýføroyskt esperanto hvørs hugflog og abstraktións niveau saman við brúkiligheit annars letur nógv eftir at ynskja.« Við tað, at henda orðingin bendir á tann vanliga fordómin og ókunnleikan um esperanto, skal her verða gjørt vart við, at ((1. Í esperanto er hugflog og abstraktiónsniveau og »brúkligheit« á stak høgum stigi. Í esperantoheimi verður dúgliga kjakast og skrivað m. a. um vísindi, heimspeki, politikk og fíggjarmál; bøkur upprunaligar á esperanto eru týddar til ymisk tjóðmál.((2. Esperanto byggir á 16 grundreglur; 15. regla sigur, at øll »millumtjóðaorð« eru eisini esperantoorð.((3. Orðatilfarið nýtir vanligastu indo-evropisku orðrøturnar og er tí rættiliga lætt at skilja.(((E. s. Íslendskt hoyrir eisini upp í "indo-europæisku" málættina.)