Yrkjarin og tónaskaldið Regin Dahl andaðist í Keypmannahavn hóskvøldið, 88 ára gamal. Síðsta steyp var drukkið,
hin síðsta pípan roykt.
Og tí er hvørt ennið á bunkanum boygt,
segl eru strikað, og flaggið er lágt.
- Hin gamli situr afturi og grætur.
Úr Sjómansrímuni: Pætur á Brekku.
--
Eftir langan og lívligan róður um lívsins høv hevur eitt av mætastu listafólkum okkara strikað seglini og lagt árarnar inn.
88 ára gamli Regin Dahl doyði hóskvøldið klokkan hálvgum ellivu. Regin Dahl var borin heim í Sandagerði tann 5. november 1918. Faðir hansara var Jákup Dahl, próstur og móðirin var Maria Hansen.
15 ára gamal fór Regin til Danmarkar at ganga í skúla og tók studentsprógv frá Sorø í 1937. Hann hevur bert búð eitt stutt skifti í Føroyum, men var kortini sera heimkærur. Umframt at yrkja, smíðaði Regin Dahl mong løg, harímillum omanfyri hundrað til tekstir hjá Hans A. Djurhuus.
Urnan verður jarðsett í Føroyum.