Í dag, mikudagin 5. november, fyllir Regin Dahl, tónaskald og yrkjari, 85 ár. Regin er føddur í Sandágerði 5. november 1918. Faðir hansara var Jákup Dahl, próstur (1878-1944), sonur Petur Hans Dahl, keypmann við Krosslið í Vági og Elisabeth Súsonnu Vilhelm. Móðirin var Maria (1874-1949), dóttir bakar Hansen og Marionnu Jacobsen á Húsum.
Regin fór sum 15 ára gamal til Danmarkar at ganga í skúla og tók studentsprógv frá Sorø í 1937. Hann hevur bara búð stutt skifti í Føroyum, men hevur altíð verið nógv saman við føroyingum í Danmark og skrivar bara á føroyskum.
Umframt at yrkja hevur hann eisini komponerað nógv løg til sangir, serliga sangir hjá Hans Andreas Djurhuus, men eisini hjá øðrum føroyskum og norðurlendskum yrkjarum. Umleið fýra hundrað av teimum eru á bandi. Hann hevur givið út fleiri bøkur og yrkingasøvn, eins og nakrar plátur.
Stóran part av ævi síni hevur Regin verið forlagsráðgevi hjá Gyldendal, og hevur hann eisini savnað og lagt til rættis søvn eftir donskum yrkjarum.
Regin eigur døturnar: Kristin, Katrin og Onnu Mariu.