Regin bjargar føroyska laksinum í Skálavík

Í morgin fara J&K Petersen at handa Skálavíkar kommunu vegin, sum bygdur er til økið, har lívfiskastøðin hjá Bakkafrost í Skálavík skal byggjast.

 

 

Í samband við handanina av vegnum, sum er einar 350 metrar langur, bjóðar Skálavíkar kommuna teimum, sum hava verið partur av verkætlanini, til morgunmatar í Dansistovuni í bygdini. Her verður vegurin formelt handaður. Linjohn Christiansen, borgarstjóri, sigur við In.fo í kvøld, at arbeiðið hevur gingið væl, tó at veðrið í vetur hevur verið illsligt, og kostnaðarætlanin hevur hildið. Tað verður Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, sum fer at handa borgarstjóranum vegin.

In.fo hevur lurtað eftir einari samrøðu, sum Birgir W. Høgnesen hjá R7 fyri einari tíð síðan hevði við stjóran á Bakkafrost, Regin Jacobsen. Vit fara í hesi heldur drúgvu grein - og við grundarlagi í hesi samrøðu - at greiða frá, hvat stóra verkætlanin hjá Bakkafrost í Skálavík byggir á, og hvat endamálið er við henni.

Vit geva Regini Jacobsen orðið:

- Ein lívfiskur er fyrsta liðið í alingini. Í nógv ár hevur Sandoyggin verður brúkt sum lívfiskaøki í føroyskari aling. Hetta gongur heilt aftur til 1990, tá lívfiskastøð varð bygd í Skopun. Lívfiskurin er viðbrekin á tann hátt, at man vil verja hann móti smittu. Tí er tað skilagott at leggja lívfiskavirksemi burtur frá aðrari aling.

Regin Jacobsen sigur, at tá Bakkafrost hevur valt Skálavík er tað serliga út frá tí sjónarmiði, at Skálavík liggur á eystursíðuni á Sandoynni, og her er eingin aling nærindis. Út fyri er streymhart og sjógvurin, sum er úti fyri bygdini, hevur neyvan í stóran mun verið í samband við nakra aling.

- So, vit halda, at ein lívfiskastøð liggur væl fyri í Skálavík.

##med2##

Stjórin vísir á, at tað næsta er, at brúk er fyri nógvum feskvatni, og í Skálavík er nógv feskt vatn, og tað ber væl til at fáa hendur á tí. - Vit hava kannað hesi viðurskifti væl, og vit halda, at Skálavík uppfyllir okkara ynski – at vit í Skálavík liggja væl í mun til aðra aling feskt vatn.

Ein annar spurningur í slíkari verkætlan er, at tað skal bera til at fáa eitt hóskiligt lendi at byggja á. - Hetta hava vit brúkt nakað av tíð til at finna, og vit halda, at hetta ber til í Skálavík. Hetta tilsamans er orsøkin til, at Skálavík er hóskilig til hesa staðseting.

Regin Jacobsen vísir á, at Fiskaaling hevur arbeitt við at menna føroyska lívfiskin síðan fyrst í sjeytiárunum. - Tað var tað, sum Júst í Túni og teir byrjaðu við – at framleiða rogn úr føroyskum fiski. Sama við Andriasi Reinert og øðrum undangongumonnum, sum hava verið. Eftirhondini hevur man fingið ein føroyskan laks, sum Fiskaaling menti.

Stjórin vísir á, at her vórðu lívfiskaeginleikarnir og genetisku eginleikarnir mentir úr føroyskum laksi við tí endamáli, at hesin skuldi vera sterkur ímóti til sjúku. Laksurin skuldi veksa væl; hann skuldi klára seg væl í mun til lús, og hann skuldi hava ein góðan lit og vera vakur á at líta.

- Síðan eru teir røttu fiskarnir valdir út gjøgnum nógv ættarlið og heilt aftur til áttatiárini, soleiðis at hetta er ein føroysk stamma. Tað var hetta, sum Fiskaaling tók sær av øll tey árini. Í 1989/ 1990 varð so Lívfiskastøðin í Skopun bygd, og haraftrat hevði Fiskaaling støðina við Áir.

Hann sigur, at arbeitt hevur soleiðis verið við hesum í nógv ár. Her høvdu vit ein føroyskan laks, ið líka sum var grundarlagið undir føroyskari aling. Føroyska alivinnan keypti rogn frá Fiskaaling fram til umleið 2011/ 2012 – heilt til Fiskaaling valdi at gevast at framleiða og selja rogn.

Men, hví gavst Fiskaaling so við hesum?

- Tað vóru fleiri, sum hildu tað vera líka so gott bara at fara at keypa rogn úti á altjóða marknaðinum, tí tað eru fleiri framleiðarar úti á marknaðinum sum selja rogn til alivinnuna. Tú kanst innflyta rogn úr Íslandi, og tú kanst innflyta rogn úr Noregi.

Regin Jacobsen vísir á, at tað er blivið soleiðis, at tað serliga eru tveir stórir framleiðarar á marknaðinum, og teir sita rættiliga tungt á marknaðinum og stýra marknaðinum. - Tí er eisini vandi fyri, at prísurin á rognum kann fara at hækka.

Hann sigur, at tað eisini vóru fleiri í Føroyum, sum hildu, at vit ikki duga hetta yrki nógv væl. Fiskaaling hevði hall á hvørjum ári, og tá vit heldur ikki tjentu pengar upp á rognini, hildi fleiri, at tað kanska var líka so gott, at vinnan bara tekur sær av hesum sjálv. Fleiri í vinnuni hildu tað eisini vera líka so skilagott bara at keypa rognini úr útlandinum til Føroya.

Regin Jacobsen vísir á, at tey á Bakkafrost vóru ikki samd í hesum, men hildu tað hinvegin vera skilagott at gera hetta í Føroyum. - Men, vit fingu ikki loyvi til hetta í 2012, tí Bakkafrost hevði ov nógv aliloyvi. Tí bleiv tað arbeiði faktiskt niðurlagt. Men undir seinastu samgongu broyttu tey meining og broyttu lógina, soleiðis at vit kundu sleppa í holt við hesa verkætlan. 

Og stjórin heldur fram:

- Vit gjørdu so eina skrivliga avtalu við uttanríkis-og vinnumálaráðið í desember í 2017 sum sigur, at Bakkafrost yvirtekur hetta arbeiðið. Vit góvu øllum starvsfólkunum, sum starvast við hesum hjá Fiskaaling, tilboð um at koma at starvast á Lívfiskadeildini hjá Bakkafrost. Vit leigaðu so teir bygningar, sum Fiskaaling hevur í Skopun og við Áir, soleiðis at vit seinastu tvey árini hava startað hetta arbeiðið uppaftur.

Hann sigur, at tað var jú so, at Fiskaaling hevði dripið allan tann føroyska lívfiskin, soleiðis at har var eingin lívfiskur eftir á Fiskaaling. - Men tað, sum kanska gjørdi, at hetta kom afturíaftur, var, at vit høvdu hin seinasta lívfiskin – laksin - gangandi á Borðoyavík og á Gulanum. Annars var øll tann føroyska alingin blivin norskur laksur. So, vit fingu loyvi at flyta nakað av tí føroyska laksinum inn á Skálafjørðin og goyma tað í tveimum ringum her inni.

Regin Jacobsen sigur, at tá Bakkafrost hevði fingið hesa avtalu við uttanríkis-og vinnumálaráði, kundu tey flyta tann fiskin til Skopunar. - Hesin fiskur kom til Skopunar á vári í 2018. Fiskurin er kannaður av genetikarum sum siga, at her er nóg mikið av lívfrøðiligari spjaðing í tilfarinum til, at man kann gera fýra árgangir við 300 ymiskum familjum í hvørjum árgangi. Hetta merkir, at vit kunnu endurskapa tað tilfarið, sum var í føroyska lívfiskinum.

##med3##

Hann sigur, at tað er hesin fiskur, sum Bakkafrost arbeiðir við í løtuni, og tað fer at taka okkum umleið fýra ár at fáa endurskapt hetta lívfrøðiliga margfeldni í hesum fiskinum, soleiðis at tað eru nóg mikið av familjum og nóg mikið av eginleikum. Tað er hetta, sum Bakkafrost arbeiðir við í løtuni.

- Ætlanin er, at vit í 2022 skulu verða komin har til, at vit tá kunnu byrja eina fulla rognaframleiðslu undan føroyskum fiski. Tað eru fleiri orsøkir til, at vit trúgva, at hetta er skilagott at gera. Eitt er, at tað var føroyski fiskurin, sum føroyska alivinnan brúkti heilt fram til 2017, har vit høvdu fram úr góð úrslit – og nógv betur enn flestu onnur, vit samanbera okkum við. Tí mugu vit siga, at tað, sum Fiskaaling tókst við, kann ikki hava verið heilt av leið.

Regin Jacobsen vísir á, at við innflutningi av fiski – ella rognum – er ein ávísur váði, tí tú kanst samstundis innflyta sjúku. Tú kanst fáa sjúku, sum tú ikki kennir til, og tað kann jú seta alla ta føroysku alingina í váða, um tú innflytir eina sjúku, tú ikki veitst um.

- Tað næsta er, at tað reint marknaðarliga – hetta við at marknaðarføra okkara føroysku hágóðskuvørur. Um vit í hesum førinum bara brúka tað sama sum norðmenn – ja, so verður trupult at differentiera seg. Tí halda vit tað vera ein fyrimunur, at vit hava okkara egna fóður, okkara egnu rogn og vit soleiðis kunnu siga, at hetta veruliga er ein føroysk framleiðsla við at gera vøruna heilt frá føroyskum rogni og fóðuri til lidna vøru.

Stjórin metir, at søgan, vøran og brandi verður munandi betri, tá Bakkafrost eisini hevur egin rogn. Hann vísir eisini á, at tað kunnu eisini støður standast í Noregi, sum gera, at vit knappliga fara at mangla rogn. Um so skuldi verið, verður tað neyvan føroyska alivinnan, sum stendur fyrst fyri at fáa rogn, heldur hann fyri.

- Tá kunnu vit rokna við, at teir fyrst dekka seg sjálvar, áðrenn nakað verður til okkara – um nakað leypir av. Tað eru tískil nógvar góðar grundir til, at vit halda, at hetta er eitt strategiskt týdningarmikið økið, sum vit sjálvi kontrollera, sum hann tekur til.

Regin Jacobsen sigur, at Bakkafrost longu nú setir eitt sindur av føroyskum smolti út fyri at testa, men tann fulla framleiðslan byrjar ikki fyrr enn í 2022/ 2023. Tað merkir, sigur hann, at tann stóra mongdin av fiskin kemur ikki til tøku fyrr enn í 2024/ 2025.

- Tað er tískil nokso langur vegur, áðrenn vit fáa inntøkur burtur úr hesum. Arbeiðið við at endurskapa alt hetta kostar einar 15 miljónir krónur um árið, og síðan skulu vit byggja eina lívfiskastøð, sum vit fara í gongd við í 2020, og sum vónandi stendur liðug í 2022. Síðan koma tey fyrstu rognini út á støðirnar síðst í 2022 ella fyrst í 2023. Eftir tað skal hesin fiskurin alast fram til tøku. Tí verður tað ikki fyrr enn 2024/ 2025, at inntøkurnar fara at koma burtur úr hesum arbeiði.

Hann sigur, at verkætlanin í Skálavík verður ein týðandi partur av marknaðarføringini hjá Bakkafrosti av laksinum, samstundis sum hetta verður gjørt fyri at minka um váðan fyri at fáa sjúku og annað.

- Tað er ógvuliga týdningarmikið fyri okkum, at vit framleiða ein laks, sum er serstakur og sum skilir seg frá tí, sum aðrir hava. Her halda vit okkum hava ein føroyska laks, sum heilt frá byrjan til enda er føroyskur. Vit meta, at hetta hevur ein velduga stóran týdning.

Regin Jacobsen vísir á, at føroyski laksurin uppførir seg øðrvísi í alingini.

- Alararnir siga, at hann er betur at hava við at gera, meðan eitt nú hin íslendski laksurin er styggari. Vit halda eisini, at laksurin hjá okkum hevur ein betri smakk og konsistens, og at dygdin á fiskinum er betri.

Stjórin sigur, at viðskiftafólki hjá Bakkafrost dáma væl laksin, sum virkið hevur framleitt. Men, tað er sjálvandi nógv, sum ávirkar, bæði handfaring, fóður og sjógvurin, har fiskurin hevur gingið.

- Føroyski laksurin hevur eisini eina søgu, og tað er alt tilsamans sum skapar úrslitið, sigur Regin Jacobsen.

##med4##