Regin aftur til Afrika

Sunnudagin fór Regin Vágadal til Zambia, har hann frá fríggjadegnum fer at kappast við aðrar sterkar menn í royndunum at gerast heimsins sterkasti

 

Styrki


Frá fríggjadegnum komandi og vónandi 10 dagar fram fer Regin Vágadal enn eina ferð at royna seg í kappingini um at gerast sterkasti maður í heiminum.

Hesu ferð verður kappingin hildin í afrikanska landinum, Zambia, og fer Regin saman við 29 øðrum luttakaranum at stríðast um heitið, sum heimsins sterkasti.


Sterkur bólkur

Eins og vanligt, so skulu sterku risarnir fyrst kappast í bólkum, áðrenn funnið verður fram til, hvørjir tíggju av teimum skulu royna seg í finaluumfarinum.

Seks mans eru í hvørjum bólki, og tað er longu nú greitt, at Regin verður noyddur at geva alt tað, hann hevur, um honum skal eydnast at koma í finaluumfarið, har hann tvær ferðir áður hevur verið.

Tað eru serliga Svend Karslen úr Noregi og Hugo Girard úr Canada, sum fara at geva Regini kapping í í bólkinum. Karlsen hevur áður staðið seg sera væl í hesari kappingini, og í fjør gjørdist hann nummar tvey, tá kappast varð í Suður Afrika. Eisini stóð hann seg sera væl í 1997, men mátti tá gevast orsakað av skaða.

Girard hevur eisini staðið seg sera væl í altjóða kappingunum, men kortini verður roknað við, at eisini hann fer at gera seg galdandi. Í løtuni er hann ovastur á styrkislistanum, har Karlsen er nummar trý, so tað verður undir øllum umstøðum sera, sera torført hjá Regini, sum er styrkismettur sum nummar 15.

Hinir luttakararnir í bólkinum eru Mark Philippi úr USA, Marc Illiffe úr Onglandi og Torbjørn Samuelson úr Svøríki. Roknað verður ikki við, at hesir fara at standa hinum trimum kurl, men um so er, at nakar teirra fer at blanda seg, verður tað helst Philippi.


Góðar greinar

Tykist bólkurin hjá Regini at vera torførur, so er tað tó helst ein troyst, at kappingargreinarnar í innleiðandi bólkunum tykjast hóska væl til føroyingin.

Størsta styrkin hjá Regini hevur altíð verið skjótleikin, og longu í fyrstu kappingargreinini kann hann prógva, at hann er í absolutta heimstoppinum í hesum, tá hin sonevnda carry & drag kappingin er á skránni.

Síðani skulu teir sonevndu Fingal?s fingers haldast, áðrenn luttakararnir skulu royna at toga eitt tok!

Tær báðar næstu greinarnar eru dead lift, har Regin hevur tikið seg nógv fram seinastu tíðina, og so Hercules soylurnar, sum avgjørt ikki er sterkasta greinin hjá Regini.

At enda skulu teir sonevndu Atlas-steinarnir lyftast upp á pláss, og her hevur Regin vanliga staðið seg væl.

Alt í alt tykjast útlitini soleiðis at vera hampuliga góð hjá sterkasta føroyinginum. Sum nevnt byrjar kappingin fríggjadagin, og fara vit ivaleyst at frætta meira frá Regini, meðan kappingin fer fram.