Olav Enomoto
Løgtingsmaður Sambandsflokksins
________
Páll á Reynatúgvu setti seg sjálvan fram um tignina.
Tá ið eg hoyrdi í Kringvapi Føroya, at Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi hevði noktað Hennara Hátign at nýta sítt egna flagg, regentflaggið á vitjan hennara heima á Sandi, hugsaði eg, at talan mátti vera um álvarsama misskiljing.
Bæði Páll á Reynatúgvu og Kringvarpið tosaðu um almenna Dannebrog. Hetta er eisini skilligt av tí grund, at Regentflaggið er sjáldsamt og ikki vanliga brúkt her í Føroyum. Nakrir av ovastu donsku myndugleikunum hava egið flagg, og merkir hetta, at bæði Kongur, Drotning og trúnarvingurin hava egið flagg. Fløggini eru nær um lík almenna Dannebrog, men bera frámerkir sum siga, hvat flagg talan er um.
Soleiðis sum eg skilji tað, sum hent er, noktaði løgtingsmaðurin og borgarstjórin á Sandi Hennara Hátign at nýta sítt egna flagg, og ikki Dannebrog, sum tíðindini bóru bráð av. Vit kunnu síðani hava eitt akademiskt temakjak um, hvørt Regentflaggið er tað sama sum Danneborg ella kanska tað sum líkist.
Frá fakta til mína persónligu meining um málið. Tað er beint út sagt stoytandi at hoyra um slíkar hendingar, serliga tá ið ein løgtingsmaður og borgarstjóri stendur sum vertur fyri Hennara Hátign. Tá ið ein hevur átikið sær tað tignarligu uppgávu sum vertur fyri eina regent vitjan, merkir hetta samstundis at allir respektivu persónar átaka sær tær skildur sum har við fylgja.
Kenni eg Páll á Reynatúgvu rætt, hevur hann gjørt hetta, tí tað var okkara regentur, og ikki ein annar regentur. Um ikki, so vænti eg sjálvandi sama konsekventu praksis, um Kongur av Noregi nakrantíð kemur á vitjan heima á Sandi.
Fólk kunnu so gera sær sínar egnu meiningar, um Páll av Reynatúgvu er egnaður sum vertur fyri aðrar tygnarligar vitjanir.









