Á veg niðan til bygdarhúsið í Hósvík fekk reportarin hjá FM1, Vilmund D. Jacobsen orðið á tveir trúgvar og drúgvar Regatta-gestir.
Vilmund D. Jacobsen fekk fyrst orðið á Sámal Olsen, ið mong kenna frá trolvirkinum "Vónini". Sámal Olsen plagar at verða dómari til trolbøtingarkappingina á Føroya Sjómannadegi norðuri í Klaksvík.
Vilmund D. Jacobsen fekk eisini orðið á Alberg Gaardlykke, ið mong kenna frá virkinum "Krás" í Hósvík.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDUNUM, ið Beinta Vilmundsdóttir tók, og hoyr samrøðurnar Vilmund D. Jacobsen gjørdi við Sámal Olsen og Alberg Gaardlykke.










