Regattaprát: Magnus og Dan Jacobsen umborð á "Juvel" (FM1)

(FM1) Blaðungi Magnus Jacobsen roynir seg sum skipara umborð á "Juvel". Hoyr samrøðuna sum var á FM1

TRÝST á PÍLIN undir MYNDUNUM, ið Beinta Vilmundsdóttir Jacobsen hevur tikið, og hoyr samrøðurnar Vilmund D. Jacobsen, reportari hjá FM1 gjørdi við fegðarnar, Dan og Magnus Jacobsen umborð á "Juvel". Dan er versonur borgarstjóran í Sunda kommunu, og Magnus er abbasonur Heðin.

 

Blaðungi Magnus Jacobsen sleppur at verða skipari umborð á "Juvel" eina løtu, og hann er sera fegin um, at abbin sýnir honum hetta álit. Tá Juvel kemur til Hósvíkar ætlar Magnus at fara á gátt hjá vinfólki í bygdini.

 

Dan Jacobsen er eisini kendur frá fyritøkuni Atlanticpane í Kollafirði, og umframt eitt Regatta-prát kom prátið eisini inn á virksemið í Kollafirði.