Regattaprát: Joen Peter Petersen (FM1)

(FM1) Kendi kokkurin, Joen Peter Petersen er ikki heilt nøgdur við ræstkjøta-burgaran hjá Ruben Busk

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, ið Beinta Vilmundsdóttir Jacobsen hevur tikið, og hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Vilmund D. Jacobsen gjørdi við kenda kokkin, Joen Peter Petersen úr Skálavík, ið eisini er farin á Regatta í Hósvík.

 

Í Hósvík býr Ruben Busk, ið hevur borðreitt við ræstkjøta-burgarum kring landið seinastu vikurnar. 

 

Joen Peter Petersen er ikki nøgdur við ræstkjøta-burgarin, ið hann heldur ikki smakkar nóg nátúrligt. Joen Peter heldur, at Ruben Busk eigur ikki at smakka kjøtið til við nøkrum, og eigur heldur ikki at brúka so nógv salat til ræstkjøta-burgaran. 

 

Joen Peter Petersen meinar tað sum ein vælmeintan kritikk.