Regattaprát: Gunnbjørn Joensen (FM1)

(FM1) Gunnbjørn Joensen úr Hósvík fegnast um, at nógvir kappróðrarbátar eru við í regatta-fylginum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, ið Beinta Vilmundsdóttir Jacobsen hevur tikið, og hoyr annað bátaradioprátið sum Vilmund D. Jacobsen hevur gjørt í sendingini "Bátaradio" á FM1, har sent verður frá Regatta-siglingini, har siglt verður av Eiði til Hósvíkar.

 

Vilmund D. Jacobsen hitti eisini Gunnbjørn Joensen úr Hósvík, ið fegnast um, at so nógvir kappróðrarbátar eru partur av regatta-fylginum.

 

Gunnbjørn Joensen staðfestir, at tað verður gott veður hjá Regatta-fylginum at sigla av Eiði til Hósvíkar, men møguliga fer tað at æla onkra løtuna. 

 

Sum hjá øðrum hósvíkingum er Regatta eisini eitt stórt hæddarpunkt hjá Gunnbirni Joensen.