REGATTA 2004
Tá 800 føroyingar í einari konvoy upp á 150-200 bátar sigla av Eiði suður millum Sundini og til Hósvíkar, fyri har at steðga á og halda veitslu áðrenn tey dagin eftir halda leiðina fram til Ovastevnu í Nólsoy -- tá merkist tað.
Regattan hjá Hósvíkar Róðrarfelag kann ikki kallast annað enn eitt megnar tiltak, ið bæði savnar og vekur ans. Tú kennir mergin í okkara mentan.
Fyri summi var tað alsamt vaksandi árliga tiltakið ein hugnalig familjuútferð, fyri onnur ein rimmar veitslutúrur, fyri aftur onnur júst tað tað var: eitt mega bátashow.
Stemningurin lýsti av andlitunum á luttakarunum, tá lagt varð frá landi úr Hósvík stutt aftan á middag leygardagin. Hetta var aftan á eitt lívligt fríggjakvøld við stórum blíðskapi frá hósvíkingum, ið bjóðaðu stóran døgurða í bygdarhúsinum, og eina nátt sum var gingin við bæði dansi og gaman. Tey sum ikki yvirnáttaðu hjá privatum í Hósvík ella umborð á báti, settu upp tjald.
Tosa um rokan á fjørðinum. Og hetta var áðrenn bátarnir komu til Nólsoyar á stevnu.