Regattain á veg til Nólsoyar

Fyrstu bátarnir í regattaini, sum Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri, eru komnir til Nólsoyar Regattain, sum byrjaði á Eiði fríggjakvøldið, er nú klokkan nærkast fimm, um at koma til Nólsoyar og Ovastevnuna.

Portalurin hevur verið í sambandi við regattaina og har siga tey, at bátarnir ikki fóru í samlaðum flokki úr Hósvik, men teir koma so við og við.

Eisini frættist frá regattaini, at allarflestu bátarnir, sum byrjaðu á Eiði í gjárkvøldið, eru við á víðari ferðini til Nólsoyar. Hetta merkir, at gott hundrað bátar og 600 fólk um stutta tíð vera á víkini í Nólsoy.