Regattain kemur til Nólsoyar

Nú eru regattabátarnir so smátt við at koma til Nólsoyar.

Teir skjóttgangandi bátarnir byrjaðu longu at koma klokkan gott 15, og nú koma teir allir so við og við inn um molan í Nólsoy, og leggja at bryggju.

Roknað var við, at einir 70 bátar vóru við í regattasiglingini, og teir eru nú við at koma til Ovastevnu í Nólsoy.

Tað var í 1998, at regattain á fyrsta sinni kom til Nólsoyar, og síðani tá hevur talan verið um eina traditión. Sum so eisini heldur við í ár.