Regattain hugnar sær í Nólsoy

Sum vanligt hevur verið síðani 2000, tá Hósvíkar Róðrarfelag yvirtók regattaina eftir jubileumstiltakið hjá Róðrarsambandi Føroya í 1999, endaði regattain eisini í ár í Nólsoy á ovastevnu.

Mett verður, at millum 80 og 90 bátar vóru við í regattaini av Eiði til Hósvíkar, og umleið 50-60 av teimum hildu fram til Nólsoyar.

Flestu bátarnir liggja har heima á keiini, sum nevnt verður í Nólsoy, men nakrir bátar liggja úti á keiini við flakavirkið, har ferjulegan er. Ternan leggur at keiini móti norðurendanum av keikantinum undir flakavirkinum, og ikki at ferjuleguni.

Millum bátarnar, sum eru komnir til Nólsoyar, er eisini nýggi teinæringurin, Royður.

Har heimi á keiuni er eisini mat- og øltjaldið sett upp, og tað er tí stuttur vegur av bátinum í tjaldið, um svongdin dregur. Har fáast matbakkar við heimaspurdum breyði og føroyskum viðskera, umframt teir vælumtóktu ovastevnubúffarnir, sum matstovan Carello borðreiður við.

Í morgin hevur regattafólkið so møguleikan at fáa morgunmat á Kunningarstovuni, har verturin, Baldur Bjørnsson, borðreiður við morgunbreyði og rugbreyði við viðskera, jogurt og müsli og so sjálvandi eisini té og kaffi.

Signar í Homrum fer at spæla í mattjaldinum á keiini í kvøld, og á miðnátt verður so dansur á flakavirkinum, har Páll Finnur Páll spælir, og fyri tey eldru verður dansur í Royndarhúsinum, har Rozac spælir til dans.