Nú nærkast alsamt til árligu regattasiglingina hjá Hósvíkar Róðrarfelag, sum í ár verður í døgunum 10.-11. august.
Eins og undanfarin ár, so verður skipað fyri regattasigling av Eiði til Hósvíkar og síðani víðari til Nólsoy, har ovastevnan er á skránni.
Fari verður av Eiði klokkan 20 fríggjakvøldið 10.august. Og síðani verður siglt ella róð suður gjøgnum Sundalagið til Hósvíkar, har steðgur er um nátina.
Møguleiki er síðani at fáa okkurt at eta og annað gott í Bygdarhúsinum uppi í bygdini har frálíka dansi orkestrið Bridge spælir til dans seinni um kvøldið.
Soleiðis kunnu fólk fáa náttina at ganga til leiðin dagineftir gongur til Nólsoynna.
Økið verður eisini útvega til tey, sum fegin vilja seta tjald upp, í hugnaligum skipaðum umhvørvi.
Leygardagin verður so farið í bátarnar aftur við leið til Nólsoynna har ovastevnan er.