Eins og undanfarin ár verður aftur regattasigling í Sundalagnum í ár. Av
Eiði til
Hósvíkar 8. august og úr Hósvík tll Ovastevnu í Nólsoy 9. august.
Tað er væl umtókt at taka lut í hesi regattasiglingini og luttakararnir eru
afturvendandi,
men tað legst eisini afturat.
Luttakarar koma úr øllum landinum, eitt árið kom ein heilt úr USA í
seglbáti og kanska
kemur ein sama teinin í ár. Mong snið av bátum, førum, hava tikið lut, alt
frá
kappróðrarbátum, motorbátum til kajakkir og vatnskutarar.
Lagt verður frá landi á Eiði klokkan 19 og stillisliga verður siglt
ígjøgnum Sundalagið,
steðgað verður á Norðskála ar rinda møðina og sløkkja tostan og hildið
verður fram til
Hósvíkar. Har er møguleiki at fáa tjaldpláss og heitur matur er at fáa í
bygdarhúsinum.
Samarittar hava eftirlit við gestunum og serstakliga bátahylinum.
Leygardagin eftir døgurða verður farið víðari til Nólsoyar á Ovastevnu.
Luttøkugjaldið er 100 krónur pr. persón við heitum mati og
morgunmati.Eisini fáa
luttakarar eina serliga regatta T-shirt, sum Bátatænastan, Skretting
Føroyar, Fluggur
hjá Fróða og Føroya Sparikassi lata.
Tilmelding fer fram á telefon 210186, 221418 og 220385 og á heimasíðuni hjá
Klaksvíkar Róðrarfelag: www.krf.fo ella telduposti á regatta@kallnet.fo,
siga
fyrireikararnir í Hósvíkar Róðrarfelag í tíðindaskrivi.