Regatta-sigling til Nólsoyar

Árliga regatta-siglingin, sum Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri, verður í ár vikuskiftið 11. og 12. august. Siglt verður av Eiði fríggjakvøldið 11. august kl. 19.00 til Hósvíkar.
Tá komið verður til Hósvíkar, eru allir luttakararnir bodnir til døgurða í Bygdarhúsinum. Og uppaftur seinni - tá maturin er farin niðurum - verður skipað fyri góðum 'Regatta-dansið í somu holum, og verður tað LM-Band, sum stendur fyri undirhaldinum.
Ætlanin er, at luttakararnir skulu kunna yvirnátta í Hósvík, har møguleiki verður at seta tjøld upp.
Leygarmorgunin eru allir luttakararnir somuleiðis bodnir til morgunmatar í Bygdarhúsinum, áðrenn leiðin gongur víðari til Nólsoyar, har nólsoyingar skipa fyri Ovastevnu.
Fyrireikararnir heta annars á fólk og bátar um at vísa varsemi tá siglt verður, eins og tað er hent at hava trygdarnet við á ferðini.
Tilmelding til tiltakið fer fram á www.hosvik.fo