140 bátar vóru í bátafylginum hesaferð Sonhard Dalfoss, formaður í Hósvíkar Róðrarfelag og Rógvi Nybo, kassameistari í Hósvíkar Róðrarfelagi fegnaðust stórliga saman við øllum øðrum hósvíkingum, tá allir bátarnir í regatta-fylginum vóru lagdir í bátahylinum í Hósvík.
Regatta 2010 tók metið hjá Regatta 2008, tá 120 bátar vóru í regatta-fylginum. Hesaferð var nýtt met sett við 140 bátum.
Veðrið var fyrireikarunum til vildar, og nógv fólk kom til dansin hjá Jens Marna Hansen Band, sum spældi seinni um kvøldið.
Tó vóru ikki so nógvir kampingvognar á Regatta hesaferð, men tað kann skyldast, at tað eru bert fáir dagar síðani, at allir campingvognarnir vóru samlaðir til summarfestival norðuri í Klaksvík.
Enn er ikki uppgjørt hvussu stóran vinning Hósvíkar Róðrarfelag hevur havt av Regatta 2010, men roknað verður við einari munandi upphædd, sum fer at gera góðan mun hjá felagnum, sum hevur ætlanir um at keypa ein nýggjan bát, og at útvega limum felagsins nakrar nýggjar rógvimaskinur.