Í fleiri ár hevur verið skipað soleiðis fyri, at regattasigling er í Sundalagnum - av Eiði til Hósvíkar - fríggjakvøld, sum ovastevna verður hildin í Nólsoy leygardag. Hetta merkir, at fleiri bátar og bátsmanningar, sum eru við í regattasigling, stevna úr Hósvík og út til Nólsoyar um middagsleitið leygardag.
Tað, sum hevur argað ovastevnugestir í Nólsoy seinnu árini, er hegnið, sum hevur staðið víða um í Nólsoy og sum eitt nú gjørdi, at bátsmanningar, sum komnar vóru til bygdar, noyddust at rinda 200 krónur fyri hvønn - fyri yvirhøvur at sleppa inn á stevnuøkið.
Í ár hevur nýggja ovastevnunevndin í Nólsoy gjørt av, at einki hegn verður á stevnuni, og tískil skulu ovastevnugestir bara gjalda fyri tær tænastur, tey sjálvi keypa í Nólsoy.
Regatta'in fer av Eiði seint seinnapartin fríggjadagin við kós suður gjøgnum Sundalagið til Hósvíkar, har nógv ymiskt verður á skránni. Í fyrsta lagi fáa tey, sum eru við í regattasiglingini, ein góðan døgurðabita í bygdahúsinum, og síðan verða ymisk tónleikatiltøk í bygdini.
Seint fríggjakvøldið verður felagssangur, og á midnátt verður midnáttarrøða. Síðan verður dansur við Flemmingi & Vinmonnum í bygdahúsinum til langt út á náttina. Hósvíkingar plaga eisini at borðreiða við morgunmati, og tá morgunmaturin gott og væl er etin leygarmorgunin, plaga regattabátarnir at halda leiðina fram út til Nólsoyar á ovastevnu.










