Afturvendandi tátturin at savna skip og deksbátar til eina regattasigling, verður aftur næsta ár. Felagið Føroysk træskip, siga, at í summar verður regattasiglingin fríggjadagin 3. juli og leygardagin 4. juli og í ár verður siglt av Eiði til Sørvágs. Á veg norður til Eiðis er ætlanin, at okkurt av skipunum leggur at í Leirvík, so ferðafólk kunnu sigla við norður til Eiðis.
Í summar fær Eiði vitjan úr grannalondum. Hetta er afturvendandi vinabýarsamstarv gjøgnum Norrøna Felagið og nú verður roynt at leggja so til rættis, at vitjanin kann vera um sama mundið sum Føroya Regatta.
Eisini í Sørvági verður skipað fyri tiltøkum næsta ár, nú 100 ár eru liðin síðan kommunan gjørdist sjálvstøðug og har vesturin ætla tey, at Føroya Regatta skal verða eitt av fólksligu tiltøkunum.
Annars siga tey, at tað verður kanska okkurt norðurlendskt tiltak í Havnini, so tað kann vera, at lagt inn á Havnina í nakrar tímar, áðrenn skipini stevna heimaftur. Somuleiðis fara tey gomlu seglskipini aftur í ár, at vera við á Sjómannadegnum í Klaksvík og har verða tey víst fram fyri almenninginum.
|









