Regatta í Hvidovre 30. august

Jens Marni spælir til dans eftir kapróðurin, tá Knørrur skipar fyri regatta í Hvidovre 30. august

Í Danmark er kappróðrarárið eittsindur longri út á summarið. Steðgur er í millum hálvan juni og siðst í august, tí tá eru flestu føroyingar í Føroyum.

Men nú er lív komið aftur í føroysku feløgini, og tann 30. august verður 4. stevnan í Danmark í ár. Roforeningen Knørrur skipar fyri kappróðuri og dansi seinni um kvøldi í Hvidovre Havn, har Hanus Johansen og Jens Marni Rasmussen spæla.

Tað eru fimm árligar regattaðir í Danmark, har føroysk feløg skipa fyri kappróðri. Ein er í Odense mitt í mai, ein er í Norðhavn seinasta vikuskifti í mai, Atlantic Airways Regatta er í Ishøj hálvan juni, Knørrur Regatta er í Hvidovre seinasta vikuskifti í august og Føroyskt Felag á Vestursællandi skipar fyri seinasta róðrinum í Sorø hálvan september.

Skráin fyri dagin í Hvidovre 30. august sær soleiðis út:

Kl. 14.30 Vælkomin
Kl. 15.00 Kappróður
Kl. 17.00 heiðursmerki verða handað
Kl. 18.00 Hanus G. Johansen undirheldur
Kl. 20.00 Jens Marni spælir til dans

Tiltakið var sera væl vitjað í síðsta ár, tá Jens Marni spæld, og fyrireikararnir hava tískil roynt hetta aftur í ár. Bæði kappróður og dansur er ókeypis, og tað ber til at keypa okkurt til matna, millum annað breyð við føroyskum viðskera.