Regatta á Eysturbrúgv í Keypmannahavn

Leygardagin 25. mai verður árliga føroyska Norðhavnsregatta á Eysturbrúgv, sum útisetakappróðrarfelagið Tvørabáturin skipar fyri.

 

Skráin í ár er fjølbroytt. Setanarrøðan verður klokkan 14.00 við Margrethe Koytu, sum er sjónleikari og er ættað av Sandi.

 

Síðani verður danmarksmeistaraheitið í føroyskum róðrarbátum, har yvir 140 rógvarar fara at royna seg, flestu føroyskir útisetar.

 

Sámal Ravnsfjall og Uni Debess syngja og spæla meðan bátarnir vera lagdir, umframt at kajakvendingar við eliturógvarum úr Føroyum vísa seg fram, lutaseðlar eru til keyps og okkurt gott til góman. Eisini vera steyp og heiðursmerki handað.

 

Eitt sindur seinni í Vesterhavshytten, sum tey rópa neystið, verður felagssangur við harmonikuspælara og skiparar til føroyskan dans eru boðsendir. Síðan verður Champions League finalan í fótbólti víst beinleiðis á stórskíggja, og eisini okkurt annað spennandi, siga fyrireikararnir.

 

Tveir ungir føroyingar diska tónleik til ljósan morgun. Hesir rópa seg: DJ DU NORD.

 

Øll tiltøkini eru ókeypis, eins og bilur koyrir gestir ókeypis millum Norðhavn Station og regattaøkið, sum er við Vesterhavsvej 9, Norðhavn.

 

Sí annars tvorabaturin.dk ella www.facebook.com/events/602748783077394/

 

Mynd: Knørragentur í Keypmannahavn (Mynd: Flóvin Eidesgaard)

 

Kelda: Edmund S. Jacobsen